Normek vaks sum fuglurin føniks

Johnny K. Nón sigur, at lastbilarnir eru vorðnir ein nógv størri partur av virkseminum hjá Normek, síðan felagið fekk nýggju høllina og fór at umboða Hiab-kranarnar og skiftilast-skipanir.
- Men framvegis eru maskinumvælingarnar umborð á skipum og bátum okkara størsti partur av virkseminum, sigur hann

Maskinvirksemi

Maskinverkstaðurin, Normek í Norðragøtu, var við á altjóða fiskivinnu-og aliframsýningini, North Atlantic Fish Fair, sum var á havnalagnum í Saltangará um mánaðarskiftið, apríl/ mai.
Í 1997 keyptu Johnny K. Nón og Robert Langgård maskinverkstaðin frá Føroya Banka. Teir eiga hvør síni 50% av fyritøkuni, sum rættiliga hevur fótað sær millum aðrar.
- Virksemið øktist skjótt, eftir at vit høvdu keypt smiðjuna, og skjótt var plásstrot. Vit keyptu tí eina høll, sum stóð í Keypmannahavn. Fýra mans fóru til Danmarkar at taka høllina niður. Hon varð síðan sett uppaftur við síðuna av gamla verkstaðnum. Nýggja høllin er 500 fermetrar stór; tann gamla er 300 fermetrar, sigur Johnny.

Skip og lastbilar

Fyritøkan, sum hevur 23 fólk á lønarlista, tekur sær serliga av maskinumvælingum umborð á skipum og bátum og umvælingum av lastbilum, persónbilum, umframt plátu-og sveisiarbeiði.
- Vit framleiða eisini dregg fyri Vónina. Dreggini, sum viga 1-2 tons, verða nýtt til fortoyningar av aliringum og øðrum í samband við aling, sigur Johnny.
Vónin selir nevniliga lidnar fortoyningsskipanir og aðra útgerð til alivinnuna.
- Umframt egna framleiðslu, umvælingar og
nýinstaleringar, umboða vit eisini teir vælumtóktu Hiab-kranarnar og grabbarar. Vit umboða eisini skiftilast-skipaninar hjá Multilift til lastbilar.
Maskinverkstaðurin í Gøtu hevur hesi umboð gjøgnum donsku fyritøkuna, Sawo, sum var saman við Normek á básinum á Fish Fair.
- Vit hava havt hetta samstarv við Sawo í góð tvey ár, sigur Johnny.

Gøtuskipini

- Vit hava arbeitt nógv umborð á gøtuskipunum og øðrum skipum, síðan vit fóru undir virksemið í 1997. Vit hava serliga lagt okkum eftir at veita skipunum eina tænastu, har menn hjá maskinverkstaðnum eru tøkir, tá ið umvælingar og ábøtur skulu gerast.
Johnny K. Nón sigur, at lastbilarnir eru vorðnir ein nógv størri partur av virkseminum hjá Normek, síðan felagið fekk nýggju høllina og fór at umboða Hiab-kranarnar og skiftilast-skipaninar.
- Men framvegis eru maskinumvælingarnar umborð á skipum og bátum okkara størsti partur av virkseminum, sigur hann.