Góðkenning
Stjórarnir aftanfyri P/F Normek í Norðragøtu, Johnny Nón og Robert Langgaard, eru væl nøgdir við móttøkuna, sum skipað varð fyri í smiðjuni mikudagin. Eini 50 fólk umboðandi vinnuna, viðskiftafólk, bankar og starvsfólk vóru samankomin at heilsa fyritøkuni í samband við, at hon nú hevur fingið altjóða góðkenningina, ISO 9001:2000, sum hon verður rópt.
Tað var í august í fjør, at smiðjan fekk hesa góðkenning, men dagurin varð ikki alment "markeraður" fyrr enn nú mikudagin.
Tað er DNV, Det Norske Veritas, sum sertifiserar góðkenningina, sum tað eitur á fakmáli, og vegna DNV var tað Andrass Joensen, sum handaði teimum báðum stjórunum, Roberti og Johnny, góðkenningarskjalið í rammu.
Oljufelagið Agip, sum í dag eitur ENI, hevur stuðlað Normek fíggjarliga við góðkenningini, og í hesum sambandi segði Ólavur Gregersen nøkur orð við móttøkuna.
Sp/f Virkisráðgevingin í Saltangará hevur leitt fyritøkuna í Norðragøtu fram til hesa góðkenning, sum hevur stóran týdning í altjóða virksemi.
Altjóða vørumerki
Robert Langgaard sigur, at felagið hevði neyvan rokkið hesi góðkenning, um ikki Sp/f Virkisráðgeving hevði leitt teir fram á mál, tí hetta er eitt øki, sum er fremmant hjá einum vanligum føroyskum arbeiðsplássi.
- Tú veitst ikki, hvat tað er, tú fert í holt við, um tú ikki hevur holla ráðgeving aftanfyri eina slíka ætlan, sigur stjórin.
Hann sigur, at ein slík góðkenning er eitt neyðugt vørumerki, tá ið hugsast skal um virksemi úti í heimi ? og ikki minst sum veitarar í oljuvinnuni, ið felagið serliga hugsar um í hesum sambandi.
- Høvuðsorsøkin til, at vit fóru í gongd við at fáa smiðjuna ISO-9001-góðkenda, liggur í, at Normek ynskir at hava eitt høgt tænastustøði, sum støðugt leggur dent á tey krøv, sum okkara viðskiftafólki seta ? og tey krøv, sum vit seta okkum sjálvi, sigur Robert.
Á Normek tekur Johnny Nón sær serliga av teimum praktisku viðurskiftunum, meðan Robert Langgaard tekur sær av tí umsitingarliga partinum.
ISO 9001: 2000-góðkenningin, sum P/F Normek nú hevur fingið, fevnir sum nevnt um alla fyritøkuna ? heilt frá tí, at felagið fær ein fyrispurning, til arbeiði er liðugt og avhendað.










