Eini sms-boð verða send kring Noregs land, har heitt verður á fólk, um at minnast tey saknaðu við at tendra eitt ljós Sms-boðini, ið verða send kring alt Noreg, eru soljóðandi: ?Katastrofen i Aalesund har rystet og berørt mange. Tenn et lys for de savnede i vinduet i kveld. La oss vise, at vi bryr oss. Send denne sms til dine nærmeste og venner.? Fimm fólk eru framvegis saknaði aftaná tað ræðuliga skriðulopið í Aalesund. Hesi hildu til í teimum báðum niðastu hæddunum, og enn hevur ikki eydnast at fáa nakran av teimum út á lívi. Leygardagin kl. 16 verður ein minnisgudstænasta í Volsdalen Kirkjuni í Aalesund.