Fyri løtu síðani vóru fyrsti dystirnir hjá Noregi og Íslandi í HM-endaspælinum í manshondbólti loknir.
Í dysti í bólki A, sum var spældur í Nantes vann Noreg ein góðan 22-20 sigur á Póllandi. Í steðginum var Noreg á odda 12-10. Liðini fylgdust allan dystin. Tá níggju minuttir vóru eftir at leika var støðan javnleikur 20-20. Seinastu níggju minuttirnar komu bert tvey mál, og fekk Noreg bæði málini.
Espen Lie Hansen gjørdist toppskjútti hjá Noregi við seks málum, Kristian Bjørnsen skeyt fimm mál. Michal Daszek gjørdist toppskjútti hjá Póllandi við sjey málum. Espen Christensen í norska málinum stóð væl og hevði nógvar bjargingar.
Í bólki A vann Russland fyrr í dag 39-29 (18-15) á Japan. Frakland vann ígjár 31-16 (17-7) á Brasil.
Í bólki B tapti Ísland greitt 21-27 til Spania. Ísland var tó væl við stóran part av dystinum, og í steðginum vóru íslendingar á odda 12-10. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Spania seg á odda 16-15, og spaniólar hildu leiðsluna og øktu tað, sum eftir var av dystinum.
Guðjón Valur Sigurðsson gjørdist toppskjútti hjá Íslandi við fimm málum. Arnar Freyr Arnarsson skeyt fýra mál.
Joan Canellas og David Balaguer gjørdust toppskjúttar hjá Spania við fýra málum hvør.
Í bólki B vann Makedonia fyrr í dag 34-30 (13-14) á Tunesia. Slovenia vann 42-25 (22-13) á Angola.
Seks dystir verða leiktir í HM-endaspælinum í hondbólti í morgin. Í bólki C leika Hvítarussland og Chile klokkan 13. Týskland og Ungarn spæla klokkan 16.45. Kroatia og Saudi Arabia spæla klokkan 19.45.
Í bólki D leika Katar og Egyptaland klokkan 13. Svøríki og Bahrain spæla klokkan 16.45, og Danmark og Argentina spæla klokkan 19.45.
Í bólki A verður ein dystur leiktur millum Frakland og Japan. Hann byrjar klokkan 16.45.










