Noreg til reiðar at selja SAS

Í longri tíð hevur norska stjórnin umrøtt, um landið skal selja sín part av skandinaviska flogfelagnum SAS, og sambært norskum fjølmiðlum er stjórnin nú sinnað at selja. Vinnumálaráðharrin, Trond Giske, segði longu í februar, at hann tók undir við at selja, og í dag hevur hann biðið stjórnina um fulltrú til at selja.

SAS hevur havt hall í fleiri ár, og tað hevur leingi ljóðað, at Danmark, Svøríki og Noreg vóru sinnað at selja felagið. Eina tíð ljóðaði, at tað týska Lufthansa hevði hug at keypa, men tað hevur felagið avsannað.

Noreg og Danmark eiga 14,3 prosent í part av SAS. Svenska ríkið eigur 21,43 prosent.