Noreg snávaði ímóti Serbia

Danmark og Svøríki vunnu tryggar sigrar

Hondbóltur

 

So blivu tey norðurlendsku hagtølini brotin í HM endaspælinum í Kroatia. Noreg tapti tepurt 26-27 ímóti Serbia í bólki D. Serbia førdi 12-10 í hálvleikinum. Seinastu løtuna tóku norðmenn málverjan út, og spældu við 7 monnum úti fyri at kunna tryggja sær tað eina stigið, men Erlend Mamelund gav bóltin burtur, og so fór tann royndin í vaskið. Í annaðkvøld kl. 19.15 møtast Danmark og Noreg.

Í sama bólki vann Danmark ein tryggan 26-17 sigur yvir Egyptalandi. Støðan í hálvleikinum var 12-7 til Danmark. Danski venjarin, Ulrik Wilbek var væl nøgdur við danska verjuspælið og málverjan Kasper Hvidt, men hann helt ikki, at álopið riggaði nóg væl. Lars Christiansen gjørdist toppskjútti við 7 málum.

Svøríki vann 30-19 á Kuwait í bólki D. Hálvleiksstøðan var 17-9 til Svøríki.

 

Úrslitini í gjár :

 

Bólkur A :

Ungarn-Argentina 31-20

Australia-Rumenia 20-40

Slovakia-Frakland 26-35

 

Bólkur B :

Kuba-Suðurkorea 26-31

Kroatia-Spania 32-22

Svøríki-Kuwait 30-19

 

Bólkur C :

Makedonia-Týskland 23-33

Algeria-Russland 28-29

Pólland-Tunesia 31-27

 

Bólkur D :

Saudi Arabia - Brasilia 24-26

Danmark-Egyptaland 26-17

Noreg-Serbia 26-27