Noreg sinnað at hjálpa Íslandi

Norski fíggjarmálaráðharrin ætlar at tosa við íslendingar um kreppuna, sum Ísland er í Kristin Halvorsen sigur við norskar fjølmiðlar, at norska stjórnin hevur ikki fingið nakran fyrispurning úr Íslandi um hjálp.

-Men fáa vit ein fyrispurning frá teimum, fara vit sjálvandi at tosa um tað, sigur hon.

Íslendska fíggjarkreppan bleiv eisini nevnd í norska Stórtinginum í dag. Formaðurin í Vinstra, Lars Sponheim, helt, at norðmenn hava skyldu til at hjálpa íslendingum.

-Vit eru av sama uppruna, og blóð er tjúkri enn vatn, segði Lars Sponheim.

Fyrr í dag frættist, at russar hava boðið sær til at læna íslendingum pengar, og at samráðingar ætlandi verða fyrsta dagin.