Noreg hevur nú gjørt av at seta í verk niggjunda pakkan hjá ES við revsitiltøkum móti Russlandi.
Tað var hin 25. februar í ár, at ES samtykti hesi tiltøk.
- Vit hava í dag gjørt av seta í verk niggjunda revsipakkan hjá ES mótvegis Russlandi, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt.
Hon leggur aftrat, at Noreg stendur saman við ES og øðrum sameindum fyri at tryggja, at revsitiltøkini hava sína ávirkan.
Anniken Huitfeldt vísir á, at tiltøkini móti Russlandi eru søgulig og vísa, at Evropa stendur saman mótvegis russisku krígsførsluni í Ukraina.
- Nýggju revsitiltøkini snúgva seg eitt nú um handilsligar avmarkingar á tøkni og vørum, sum bæði kunnu brúkast av sivilum og í hernaðarligum høpi, sigur uttanríkisráðharrin.











