Noreg sendir møguliga F-16 flogfør

- F-16 flogfør eru á listanum hjá okkum yvir, hvussu vit kunnu hjálpa til við eini hernaðaratsókn móti Libya, sigur norski verjumálaráðharrin, Grete Faremo. Sum skilst á norskum bløðum í morgun, er ikki óvist, at Noreg ikki eisini vil verða við í hernaðaratsóknum móti Libya fyri at steðga Muammar Kadhafi.

Fáar tímar eftir samtyktina í trygdarráðnum hjá ST í nátt, gjørdu fleiri lond vart við seg og søgdu seg sinnað at hjálpa til at steðga Muammar Kadhafi at gera seg inn á sivilfólk.

Eisini Noreg hevur sagt seg sinnað at hjálpa til, men norski verjumálaráðharrin, Grete Faremo, dugir ikki enn at siga, hvussu Noreg hugsandi kemur at luttaka.

- Vit vilja verða við, men enn er ov tíðlig at siga ítøkiliga á hvønn hátt, leggur hon aftrat.

Spurd, um tað er hugsandi, at Noreg fer at senda F-16 flogfør til Libya, sigur hon, at hesi eru við á listanum yvir møguleikarnar.

Grete Faremo leggur tó aftrat, at Noreg verður ikki nakað miðpunkt í einum møguligum álopi við F-16 flogførum.

- Tað hava vit hvørki orku til, ei heldur nóg stórar royndir til, leggur norski verjumálaráðharrin aftrat.