Noreg noktar russiskum skipum at koma í havnir

Noreg setir nú strangari tiltøk í verk ímóti russiskum fiskiskipum, sum higartil, eins og í Føroyum, hava havt frítt at farið í norskum havnum.

 

Men soleiðis verður ikki longur. Nú sleppa russsisk fiskiskip bara inn í tríggjar havnir í Norðurnoreg, tær eru havnir í Tromsø, Kirkenes og Båtsfjord.

Stjórnin skerpir eisini eftirlit við skipunum, og øll russisk skip sum koma í hesar havnir skulu kannast.

– Vit hava vitan, sum ger, at tað er neyðugt at økja eftirlitið við russiskum fiskiskipum, sigur norska uttanríkisráðfrúan Anniken Huitveldt á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Stjórnini hevði kallað til tíðindafundar í skundi um tilbúgvingina í norskum havnum.