Noreg er fyrsta landið - síðani olympisku vetrarleikirnir byrjaðu í 1924, sum hevur megnað at vunnið 100 olympisk gullheiðursmerki á vetrarleikunum.
Tað fall skíðskjúttanum, Toru Berger í lut at standa fyri bragdinum at gerast ánarin av gullheiðursmerki nummar 100 hjá Noregi í vetrarolympisku søguni.
Tora Berger skrivaði meir søgu, við at gerast fyrsti kvinnuligi íðkarin, sum vann OL-gull fyri Noreg í skíðskjóting.
- Hetta er framúrskarandi. Tað er synd, at eg standi og gráti her, tá eg havi gjørt tað so gott, segði Tora Berger við norska kringvarpið, tá tað var øllum greitt, at hon hevði vunnið OL-gull nummar 100 hjá Noregi.
- Tað var óivað ikki nakar vansi, at eg slapp at byrja tíðliga í kappingini. Skíðirnar royndust væl, so spurningurin er, um eg ikki skal halda fast við hesar skíðurnar í komandi kappingum, segði ein flennandi Tora Berger við NRK.
Í tveimum teimum seinastu skotroyndunum, rakti Tora Berger 19 av 20 skotum. Tora Berger kom tíðliga á mál, og mátti bíða eina langa løtu, áðrenn allir hinir íðkarnir vóru lidnir við sínar kappingar.
Taka vit tey søguligu norðurlendsku vetrar-OL hagtølini, so hevur Noreg vunnið 100 gullheiðursmerki síðani 1924, Svøríki hevur vunnið 45 gullheiðursmerki, Finnland hevur vunnið 42, meðan Danmark hevur vunnið eitt gullheiðursmerki á olympisku vetrarleikunum.
Noreg er nú eisini farið fram um Svøríki á hesum leikunum, og tað lívgar grannar okkara fyri eystan eyka nógv, tí tað er ein roknskapur teir seta høgt. Till