Samansetingin av sildastovninum í norðurhøvum verður viðgjørd nýggjari grein í Marine Ecology Progress Series.
Heimasíðan hjá Granskingarráðnum boðar frá, at tað er eitt stórt lið av granskarum úr Íslandi, Føroyum, Norra og Danmark, sum arbeiða við verkætlanini.
Tey hava kannað ílegu- og gýtingarmynstrini hjá norðhavssildini í frá 2009 til 2012, fyri at vita eftir, um sildin mennir og tekur seg fram á aðrar hættir eftir umhvørvi og árstíð.
Tað eru teir báðir, Jan Arge Jacobsen og Hóaraldur Joensen, úr ávikavist Havstovuni og Fróðskaparsetrið Føroya, sum umboða Føroyar í granskingarverkætlanini.










