Norðurlendingar frítt at spæla í Føroyum

Eitt føroyskt fótbóltslið kann í framtíðini stilla upp við ellivu útlendingum

Mynd: Sebastian Pingel telur í løtuni sum ein útlendskur spæalri í føroyskum fótbólti. Tað ger hann helst ikki eftir aðalfundin

Í løtuni hevur eitt føroyskt fótbóltslið loyvi at hava fýra útlendingar á vøllinum í senn. Á komandi aðalfundinum hjá fótbóltssambandinum verður uppskot lagt fram um, at norðurlendingar ikki telja sum útlendingar.

- Politiski mynduleikin mælir til, at vit gera hesa broytingina, tí vernadi avmarkingar av norðurlendinum er ímóti samstyktini um frían arbeiðismarkna í norðurlondum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

Verður uppskotið góðtikið, so verður møguligt hjá einum føroyskum fótbóltsfelagi, at hava ellivu útlendingar á vøllinum í senn, so leingi teir eru úr norðurlondunum.

- Tað síggja vit ikki sum ein trupulleika, og í løtuni kunnu feløg í hinum norðurlondunum stilla upp við ellivu føroyingum á liðnum, sigur Virgar Hvidbro og leggur afturat:

- Ein møguleiki er tó, at gera eins og í Champions League, har tað eru krøv til hvør kann vera í hópinum. Har eru millum annað krøv til hvussu nógvir eru uppvaksnir í felagnum, og so framvegis. Tað er nakað vit fara at hyggja nærri at seinni í ár, sigur Virgar Hvidbro.

Málið kemur fyri á aðalfundinum í komandi mánaði.