Norðuratlantshúsið í Odense tvey ára føðingardag

Mánadagin 9. novembur fer Norðuratlantshúsið í Odense at hátíðarhalda tvey ára føðingardagin. Haldið fer fram frá kl. 15-18, har vinir og kenningar, nevnd og starvsfólk hittast til eina hugnaliga løtu.

Umboð fyri norðuratlantisku feløgini, Umiaq (Grønlendingafelagið í Odense) og Avalak (Grønlendingafelagið hjá teimum lesandi í Odense), Íslendingafelagið í Odense og Føroyingafelagið á Fyn, luttaka.

Hátíðarhildið verður við røðum og kórsangi, har m.a. Norðuratlantiska Felagskórið fer at vísa síni kynstur.