Úrslitið hjá sparikassanum í 2013 var eitt avlop upp á 5,5 mió. kr. eftir skatt. Ábyrgdarar fáa 6% í rentu. Sparikassin lýkur longu SIFI-kapitalkrøvini.
Úrslitið av vanliga rakstrinum var eitt avlop upp á 19 mió. kr. Hetta er 1,4 mió. kr. betri enn árið fyri. Niðurskrivingarnar vóru 14,9 mió. kr. og væntar sparikassin, at tær fara at minka næstu árini. Úrslitið eftir niðurskrivingar, virðisjavnan og skatt var eitt avlop upp á 5,5 mió. kr.
Havandi viðurskiftini seinastu árini í huga er sparikassin væl nøgdur við gongdina og við úrslitið.
Á umboðsráðsfundinum í 2012 varð samtykt at renta ábyrgdarpeningin við 5% omanfyri hægstu innlánsrentu fyri 12 mánaða uppsøgn ella samanlagt góð 6%. Rentupolitikkurin fyri ábyrgdarpening er tann sami. Onki hámark er fyri ábyrgdarpening, men upphæddir yvir 300.000 kr. skulu góðkennast av nevndini.
Tølini siga, at áhugin fyri hesum møguleikanum er stórur. Ábyrgdarpeningurin vaks í 2013 við 20%.
Útlánini øktust við seks mió. kr. ella 0,3% til 1.486 mió. kr. Útlán til stórar kundar minkaðu við 15,9%-stigum – úr 56,8 til 40,9% av basiskapitalinum. Tað bar við sær, at onnur lán við lægri váða øktust, og harvið batnaði góðskan á útlánunum, og solvensurin styrknaði.
18. februar 2013 læt nýggj deild í Fuglafirði upp. Hon hevur verið eitt gott íkast til útlánini.
Innlánini øktust við 3% - úr 1.638 mió. kr. til 1.688 mió. kr. Innlánsavlopið øktist við 44 mió. kr. til 202 mió. kr. við ársenda 2013.
Gjaldførislánið frá Tjóðbankanum varð afturgoldið áðrenn ásettu tíðina. Kortini batnaði gjaldførið. Við ársenda 2013 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 188,2%. Við ársenda 2012 var yvirdekningurin 172,7%.
Við ársenda 2013 var solvensurin 19,4%, meðan individuelli solvenstørvurin var 12,2%. Harvið var solvensyvirdekningurin 7,2%-stig.
Norðoya Sparikassi verður útnevndur at vera SIFI peningastovnur. Nýggj krøv eru ávegis, sum verða stigvíst sett í gildi fram til 2019. Talan er um herd krøv í sambandi við uppgerð av kapitaltørvinum og herd krøv til SIFI peningastovnar. Allir peningastovnar skulu hava eyka kapitalverju upp á 2,5%-stig, og Norðoya Sparikassi skal sum SIFI peningastovnur hava SIFI-kapitalverju upp á 1,5%-stig.
Sparikassin lýkur longu nú herdu kapitalkrøvini.
Marner Mortensen, stjóri
Tlf. 295070