Norðlýsið fer undir ár nummar 100

Í ár er liðin ein øld, síðani fyrsta Norðlýsið varð prentað


Fríggjadagin 16. apríl í 1915 kom lokalblaðið hjá norðoyingum, Norðlýsið, út á fyrsta sinni.

- Tað hevur leingi verið saknur í, at vit uttan fyri Havnina ikki hava eitt blað, sum kann verða talsmaður fyri okkara serligu bygdaáhugamál, skrivaði Norðlýsið í einari heilsan á til sínar lesarar í fyrstu útgávuni. Fyrsti blaðstjórin var Símun P. Zachariassen.

Eftir at Norðlýsið hevur verið í jóla- og nýggjárfrí, fara fólkini, ið framleiða blaðið og heimasíðuna, aftur til arbeiðis í morgin – 100 ár eftir at fyrsta blaðið kom út.

- Høvuðsstaðarpressan, vit fara fús til verka í 2015, skrivar John William Joensen á heimasíðuni hjá Norðlýsinum í dag.