Nordafar – eitt 75 ára minni í Føroyum

Tað vóru tíðir, tá føroyingar í hópatali arbeiddu á Nordafar, ið liggur í Føringahavnini nakað sunnanfyri grønlendska høvuðsstaðin Nuuk.

Men miðskieðis í 80’unum minkaði virksemið niður í einki, og síðani fór støðin á húsagang.

Nú er gjørt eitt kensluborið filmsverk eftir Martin Mörck og Mikisoq H. Lynge sum lýsir niðurløgdu og burturgloymdu grønlendsku ídnaðarbygdina Nordafar á trimum filmsløriftum saman við hugtølandi tónleikinum hjá Truls Mörck.

Hetta verður nú eisini gjørligt hjá føroyingum at síggja – ella endursíggja – hósdagin í hesi vikuni, tá fernisering verður í Norðurlandahúsinum klokkan 16.

Nordafar-støðin lat annars upp í 1937 og virkaði sum altjóða útróðrarhavn við m.a. sjúkrahúsi, útvarpsstøð og pakkhúsi. Í 1953 fekk Nordafar, sum var eitt føroyskt/danskt/norskt virki, konsessión til støðina, sum var virkin til miðuna av áttatiárunum men fór á húsagang í 1980.

Hesin søguligi minnisvarði yvir ein fiskiídnað liggur í dag sum eitt eftirmæli av eini tíð, tá støðin øll var ein meldur av virkisemi. Nú hoyrist bert ein still sjóðan gjøgnum vindeyguni, við útsýni til tær tómu atløgubryggjurnar gjøgnum portrini í teim niðurslitnu pakkhúsunum og tey gloymdu skjølini, sum skróva í vindinum, á havnarskrivstovuni.

Náttúran kýtir seg at taka aftur Nordafar. Og hon ger tað í sínum egna miskunnarleysa og avgjørda stevi dag fyri dag, ár fyri ár, sum í filminum er lýst við teim fýra árstíðunum, sum renna saman og loysast sundur í ringrás filmsøgunnar.

Verkið, sum er bæði hugvekjandi og listfrøðiliga sannførandi, er tríggir filmir, sum verða vístir samstundis í eini sloyfu á trimum løriftum síð um síð, og áskoðarin verður boðin við á eina kensluborna gonguferð framvið skurðlinjuni millum náttúrunnar og menniskjans tíðarfatan.

Nordafar verður vístur í samstarvi við Norðuratlantsbryggjuna.