Norðurlond ? ein heildarmarknaður á mentanarøkinum

   

Mentanarsamstarvið millum Norðurlond er fjøltáttað, og hesin táttur hevur tikið seg nógv fram frá seinna veraldarbardaga fram til dagin í dag. Vit hava fylgt við mentanarøkinum hjá hvørjum øðrum og sæð hvussu norðurlendskar listaútbúgvingar og listastovnar hava verið ment og útbygd. Listafólk og fólk í leiðandi størvum hava havt høvi til at samskifta á fjølbroyttan hátt, og tey hava greitt hvørjum øðrum frá sínum egnu royndum. Tað hevur borið til at geva út bøkur, vísa filmar og fáa vitjanir av leikpallum, tónlistarfólki og listaframsýningum úr hinum Norðurlondunum. Fyrr var samstarvið millum hesi londini eyðkent av vantandi kunnleika, men nú er veruleikin ein heilt annar.
Norrøna ráðharranevndin og svenska ríkisstjórnin, sum hetta árið hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum, hava gjørt av at beina burtur tær samstarvs-avmarkingar, ið norðurlendsk landamørk hava elvt til. Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, hevur átikið sær at arbeiða við hesum, og hann er longu komin rættiliga langt. Harvið hevur hann avsannað ta mytu, at í norrønum samstarvi verður meira gjørt av at kanna og koma við tilmælum enn at fáa nakað veruligt á skaftið.
Úrslitið av hesum, og tann sannroynd, at Poul Schlüter heldur á at arbeiða við uppgávuni, er orsøkin til, at eg havi hug at vísa á eina gongda leið til at menna norðurlendska list; at mynda ein heildarlistamarknað fyri øll Norðurlond. Í dag er t.d. lættari at senda eina myndlista-framsýning úr Íslandi, Føroyum ella Grønlandi til Danmarkar enn til Noregs. Orsøkin er tann, at Danmørk er limur í ES, sum er ein marknaðarheild. Av somu orsøk er ikki neyðugt at fara gjøgnum stirvin tollkervi, tá ið ein leikpallur ella ein myndlistaframsýning verða send millum Finnland, Svøríki ella Danmørk, men tá ið framsýningin kemur til Noregs og haðani víðari til Svøríkis renir tú teg í ein veruligan tollmúr. Her mugu broytingar verða framdar, og alneyðugt er, at gera øll Norðurlond til eina marknaðarheild á mentanarøkinum. Ein onnur orsøk til tørvin á hesum, er tann sannroynd, at eitt nú tolltryggingartreytir kunnu forða smærri leikhúsum, listaframsýningum ella einstaklingum at gera seg galdandi í norðurlendskum høpi.
Verða Norðurlond ein heildarmarknaður á mentanarøkinum, hevði tað bøtt munandi um skatta-viður-skiftini hjá listafólki. Nógvastaðni verða listafólk skrásett sum sjálvstøðug vinnurekandi, og sostatt verður tann listaliga inntøkan mett at vera við til at fíggja skapanargongdina. Í tráð við hetta átti at borið til at skatta listafólk í heimlandinum, tá ið verk teirra verða nýtt í hinum Norðurlondunum, og sostatt høvdu vit fingið ein heildarlistamarknað í Norðurlondum. Hetta hevði havt veruliga stóran týdning fyri mong listafólk og ikki minst fyri ymsar mentanarstovnar, ið høvdu sloppið undan eini ørgrynnu av pappírsarbeiði.
Eyðkennandi fyri Norðurlond sum heild er, at list og mentan er fyri øll. Kort-ini er tað so, at um vit skulu megna at nýta enn betur ta megi, ið listin hevur, mugu vit hyggja at grannalandin-um, Írlandi. Har hevur dentur verið lagdur á at hjúkla um skapandi list og at geva mentanarøkinum sersømdir. Við hugburði, ið líkist tí írska hugburðinum, høvdu Norðurlond kunnað stuðlað stovnum og einstaklingum, ið arbeiða heilhugað og á framfýsnan hátt fyri at útvega íbúgvunum høvi at uppliva stór metanartiltøk. Í teimum lítlu samfeløgunum er trupult at útvega nóg nógva inntøku við einans at selja atgongumerki, og har høvdu slíkar sersømdir havt serliga stór-an týdning. Á henda hátt hevði borið til at bjóða útjaðaranum fjøltáttaða mentan, og harvið høvdu vit stuðlað fólki at búleikast á teimum meira fjarskotnu økjunum. Hetta hevði haraftrat ført við sær, at fjølmiðlar høvdu givið hesum økjunum størri ans, og í kjalarvørrinum av tí veksur ferðavinnan í býum, londum og hjá tjóðum, ið annars hava trupult við at gera um seg í alheimshøpi.