Norðurlendskur lagnudystur í morgin

Í Danmark og í Svøríki hevur hesa vikuna verið nógv tosað um landsdystin teirra millum, sum verður í Svøríki í morgin. Serliga fyri danir er hesin dysturin sera týdningarmikil, tí vegna vánaliga gongd verður uppgávan í morgin av nógv mett sum síðsta útkall. Tapa danir í morgin, eru teir av álvara settir av á 4. plássi í bólkinum, sum hevur Svøríki, Norðurírlandi og Spania liggjandi ávíkavist nummar 1, 2 og 3.

 

Fleiri danskir landsliðsleikarar hava mett seg sjálvar sum favorittar, meðan svensku leikararnir hava verið meira varnir við at seta orð á úrslitið.

 

Dysturin byrjar í annaðkvøld kl.19.30, og føroyingar hava millum annað møguleika at síggja dystin á TV3.