Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini fara á fundi í Føroyum hósdagin í komandi viku at hava fund í Føroyum. Fundast verður serliga um graslíki, og tað kann verða rættuliga áhugavert hjá føroyingum at hoyra, hvussu tað verður við tí sonevnda "3. generatións" graslíkinum, sum er á fleiri vøllum í Føroyum.
Bæði FIFA og UEFA hava viðgjørt hetta slagið av graslíki, og væntandi gongur ikki long tíð, áðrenn tað verður loyvt feløgum at spæla sínar dystir á slíkum grasi. FSF hevur tí bjóðað øllum teimum føroysku fótbóltsfeløgunum og avvarðandi kommunum við á fundin í FSF-húsinum, har tey kunna frætta nærri um hetta evni.