Norðurlendsku umboðsmenninir vitja í Føroyum

Umboðsmenninir frá parlamentunum í Danmark, Noreg og Íslandi eru komnir til Føroya at halda fund

Í gjár komu umboðsmenninir fyri tingini í Danmark, Noreg og Íslandi til Føroya. Teir hittast vanliga einaferð um árið at halda fund saman, og hesaferð verður fundurin í Føroyum.

Fundurin millum norðurlendsku umboðsmenninir verður í Havn í dag.

Hósdagin skulu teir tríggir umboðsmenninir hitta løgtingið.

Seinasta fríggjadag hevði løgtingið fund um, hvussu farast skal fram, tá føroyski umboðsmaður tingsins verður settur.

Jenis av Rana, sum er formaður í nevndini, ið er sett at viðgera eina føroyska umboðsmannaskipan, sigur seg hava fingið áheitan frá einum persóni, ið bæði er áhugaður og egnaður at gerast løgtingsins umboðsmaður.

Men enn er ikki greitt, hvussu farst skal fram, tá løgtingsins umboðsmaður verður settur. Mannagongdin í ørðum londum er, at tingið finnur fram til tann best egnaða. Talan er ikki um eitt starv, ið verður lýst leyst. Nøkulunda á sama hátt hugsar Jenis av Rana sær, at tað verður í Føroyum.