Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Í hesum døgum leggja vit síðstu hond á hornasteinin í visjónsætlanini, nevnliga Visjón 2015 um Vælferð. Í tí sambandinum kundi eg hugsi mær at gjørt nakrar politiskar hugleiðingar um okkara vælferðarsamfelag. Hvat eyðkennir tað, hvussu kann tað standa seg móti komandi avbjóðingum, og hvat krevja hesar avbjóðingar av okkum, so føroyska vælferðarsamfelagið kann mennast til aðalmálið fyri Visjón 2015 um Vælferð: at vera eitt gott samfelag fyri øll.
Tað kann vera skilagott at byrja við at seta okkara arbeiði við vælferðarvisjónini inn í ein víðari internationalan samanhang.
“Norden i topp på ranking listor”
Øll tey síðstu 40 árini hava Norðanlond altjóðaliga staðið hægst í metum sum bestu lond at liva í. Nógv onnur lond víða um heimin hava eisini tikið seg fram, í búskapi og livikorum, summi í longum støðugum vøkstri og onnur í rættiligum skarvslopum – ella tikaralopum, sum tikið verður til. Ofta hava hesir framherjandi búskapirnar verið lyftir upp sum nýggjar liberalistiskar fyrimyndir at seta upp ímóti og undirgrava ta sterku hugmyndina um ta samhaldsfasta “norðurlendska vælferðarsamfelagið”. Men tað vísir seg kortini, at hóast øll hesi lond, sum koma upp á búskaparliga stjørnuhimmalin eina tíð, so stendur tað altíð eftir, at í longdini eru tað Norðanlond, sum blíva við at liggja í oddinum.
Í nov. 2006 almannakunngjørdi finska uttanríkismálaráðið ein samandrátt av altjóða kanningum, sum vísir at norðanlond klára seg framúr væl. Eftir hesum eru tey millum 12 tey ríkastu londini í heiminum og við teim bestu vælferðarskipanunum – samstundis sum tey eru millum tey kappingarsterkastu, tryggastu og minst korruptu (smb. Nordic news weekly 13.11.06).
Um sama mundið vísti ein kanning hjá altjóða ráðgevandi fyritøkuni Boston Consulting Group, at norðurlendskar fyritøkur kasta munandi meira av sær enn teirra internationalu kappingarneytar (smb. Børsen 11.11.06). Samsvarandi vísir nýggj rapport hjá World Economic Forum, at Danmark, Finland og Svøríki hava sterkasta kappingarførið av øllum 25 ES-londunum.
Norðanlond sum vinnaralond
Hendan myndin av sera sterku støðuni hjá Norðanlondum verður eisini undirbygd av tølunum í nýggjastu norðurlendsku hagtalsárbókini, sum kom í oktober. Tíðindaskrivið frá Hagtalsstovninum í des. 2006 staðfestir tí eisini, at samstundis sum tey síðstu 10 árini hava verið merkt av støðugt sterkari altjóða kapping og alheimsgerð, hava Norðanlond megnað at staðið í fremstu røð í kappingarføri og í heimssamhandlinum. Hóast ógvisliga kapping frá t.d. Kina o.ø. londum eystanfyri, so økist framhaldandi norðurlendski útflutningurin og Norðanlond halda fast um stóru avlopini á gjaldsjavnvágini við útheimin.
Hóast høgt lønarstig og hóast høgt skattastig, so vísa Norðanlond seg í øllum altjóða kanningum at verða millum teir mest kappingarføru búskapirnar í heiminum, er niðurstøðan í nevnda tíðindaskrivi.
Vælferðarskipanin skapar kappingarmegina
Oddastøðan hjá Norðanlondum hevur m.a. sínar serligu orsøkir í samfelagsligu fyritreytunum, í norðurlendska “vælferðarmodellinum” og vælferðarskipanunum í Norðanlondum, sum kunnu samanfatast í nøkur høvuðsviðurskifti:
Vælferðarskipaninar á almanna- og heilsuøkinum eru av serstøkum slag, almennar og solidariskar, nógv meira útbygdar og veita munandi betri trygd enn aðrastaðni í heiminum. Serliga eru Norðanlond fremst at fremja javnbjóðis luttøku hjá báðum kynum, m.a. við familjupolitiskum skipanum, í smb. við barnsburð, barnaansing, foreldrafarloyvi o.a. stuðul til barnafamiljur. Hetta sæst aftur í at vinnuluttøkan á arbeiðsmarkninum hjá bæði monnum og kvinnum er munandi hægri enn í øðrum londum.
Arbeiðsmarknaðarpolitikkurin er aktivur og effektivur, við fyrimynd í danska sonevnda flexicurity-politikkinum, ið kombinerar stóra trygd við smidligar skipanir, t.d. í smb. við starvssetanir, starvsskifti, arbeiðsloysi og sjúku. Hetta sæst eisini aftur í lágum arbeiðsloysi, stórum mobiliteti og høgari vinnuluttøku.
Vinnulig innovatión og vøkstur hevur sterkt støði í stórum íløgum, almennum eins og privatum, í útbúgving, gransking og menning, sum m.a. sæst aftur í eini oddastøðu í kunningar- og samskiftistøkni, og slóðbrótandi orku- og umhvørvistøkni.
Sosialur kapitalur í sínámillum áliti og evnum til at samstarva, millum borgarar, organisatiónir, stovnar, fyritøkur og politiska skipan. Hetta er ein sjáldan nevndur lykil til effektivitet og produktivitet. Sínámillum álit er mált í altjóða kanningum (Social Capital Project), og har liggja øll Norðanlondini fremst. Tað øvugta av sosialum kapitali í áliti og samstarvsevnum er korruptión, og har vísir ein kanning frá Transparency Internationals, at millum tey 8 londini við minstu korruptión í heiminum eru øll Norðanlondini.
Ein burðartíttleika sum er hægri enn í øðrum londum í Europa, og sum tryggjar áhaldandi tilgongd til arbeiðsmarknaðin og harvið eisini ein minni vøkstur í sonevndu forsyrgjarabyrðuni.
Tí skapar norðurlendska samfelagsskipanin trivnað, javnstøðu, tryggleika og álit – og skapar samstundis innovatión, kooperatión, kappingarførleika og vøkstur.
Stórar avbjóðingar fyri samhaldsfesti og kappingarstyrki
Ein opin og sosial samfelagskipan sum tann norðurlendska er altíð fyri trýsti, og seinastu árini eru serstakar avbjóðingar frá alheimsgerðini, marknaðargerðini, einstaklingagerðini, sosialu marginaliseringini og skiftinum í ideologiska rákinum.
Alheimsgerðin skapar eitt støðugt áhaldandi trýst frá tí alheimsgjørda kappingarbúskapinum. Eitt er tann sonevnda “sosiala dumpingin”, sum elvir til trýst í heimlandinum á sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og á kollektivar trygdarskipanir, tá stórfyritøkurnar útflagga framleiðslu og tænastur til láglønarlond. Eitt annað er tá láglønarlond við veksandi vælútbúnari arbeiðsmegi – sum India, Kina og nýggju ES-londini – fara at leggja uppaftur størri trýst á, við at koma inn á norðurlendska marknaðin at kappast um bæði framleiðslu, tænastuveiting, gransking og menning.
Vandi er fyri, at tann alheimsgjørdi kappingarbúskapurin avlagar vælferðarstatin til ein kappingarstat við øktari sosialari marginalisering. Tvs. eitt samfelag har marknaðarliga kappingin gerst ein kapping millum einstaklingarnar um at fóta sær og sæta sær – har ein støðug gongd móti øktum krøvum til fakligar kompetansur og produktivan effektivitet kann bera í sær ein tendens til at fleiri enn áður ikki klára at fylgja við og koma at standa uttanfyri.
Útskúgving av menniskjum og sundurliðing av sosialum felagsskapum
Polski sosiologurin Zygmunt Baumann hevur skrivað eina sera kritiska bók, Spiltu lív, um sosialu baksíðuna av alheimsgerðini. Ein høvuðsmeinbogi smb. Baumann er øktur sosialur ójavni og útskúgving av stórum bólkum av menniskjum, sum av alheimskappingarstýrda marknaðinum verða til yvirs, kasserað, tí tey dugi ikki til hetta og klára ikki hatta, eru ov gomul, ov ússalig osv. Tað mest harmiliga er, sigur Baumann, at hetta er ikki bert ein fyribils parkering úti á samfelagsins vegjaðara, men ein varandi útskúgving av menniskjum sum marknaðarliga ónýtiligt avlop.
Baumann vísir á eina aðra avleiðing í kjalarvørrinum av alheimsgerðini. Tað er ein spakulig sundurliðing av øllum teim náttúrligu sosialu felagsskapunum, sum eru karmar um og innihaldið í allari okkara samfelagsligu tilveru, í familjulívi, arbeiðslívi og frítíðarlívi. Ístaðin økist einstaklingagerðin av eini marknaðargering, sum trokar seg longur og longur inn á øll samfelagsviðurskifti, heilt inn á persónligu viðurskiftini manna ímillum, og letur okkum oftari standa eftir sum einstaklingar at ráða okkum sjálvum, hvør í sínum lagi.
Hetta sama verður lýst av O.K.Pedersen prof. frá Copenhagen Business School (í greinum í Information) sum ein yvirgongd frá einum vælferðarstati, ið miðar eftir einum jøvnum býti av vælferðarágóðum, til ein kappingarstat, sum miðar eftir at styrkja einstaklingin og hansara kappingarførleika á einum alheimsgjørdum arbeiðsmarknaði.
Avbjóðingar frá veksandi ideologiskum ráki
Á ársfundinum í Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn síðsta heyst luttók eg á einum sonevndum Dialogforum om den nordiske velferden. Tjakast var út frá eini “debattrapport om den nordiske velferdsmodellens fremtid i den globale konkurrenseøkonomien”. Har var tjakast um nógv av tí, eg havi nevnt omanfyri. Men serliga áhugavert helt eg tann partin vera, ið snúi seg um eitt veksandi rák til eina meira ideologiska støðu til norðurlendska vælferðarsamfelagið.
Her er ein veksandi tendensur til at seta spurnartekin við tær almennu, generellu, universalistisku vælferðarskipaninar (tvs. at tær fevna um allar borgarar), m.a. tí tær krevja eitt framhaldandi høgt skattatrýst. Út frá hesum eru politisk ynski – frá borgarligari síðu - um at loysa vælferðartænasturnar frá at vera generell rættindi til meir at verða tengdar at tørvsmetingum og rættindum gjøgnum uppsparingar, á arbeiðsmarknaðinum ella við privatum skipanum. Tvs. ein gongd móti størri egingjaldi, størri privatari fígging. Tí sæst eisini í norðanlondum ein ávís gongd móti, at spakuliga veksur fram ein parallelur privatur marknaður fyri vælferðartænastur, serliga á heilsuøkinum og røktarøkinum. Fólk hava betri ráð, summi so mikið, at tey vilja tryggja sær framíhjárættindi við privatum tryggingum, og keypa sær vælferðartænastur frá privatum veitarum. Og tískil ikki vilja luttaka í almennu, solidarisku skipanunum.
Samstarv um at tryggja vælferðarsamfelagið
Tað er neyðugt at taka hetta í størsta álvara, tí hetta kann undirgrava júst teir serligu eginleikarnar, sum gera at Norðanlond standa í serstøðu tá tað snýr seg um vælferð og livifót. Tað kann undirgrava tann neyðuga solidaritetin millum borgararnar sínámillum og mótvegis samfelagnum sum savnandi felagsskapur.
Á norðurlendska tjakfundinum, har bæði leiðandi politikkarar, fakfelags- og vinnulívsfólk luttóku, var niðurstøðan, at tað ber ikki til at skúgva henda veruleikan til viks. Lat hetta heldur vera eina avbjóðing til at fáa ein konstruktivan debatt um, hvussu man kann menna samspælsmodellir millum tað almenna og tað privata. Tvs. at samstundis sum man hevur vælferðarsamfelagið við samhaldsføstum skipanum sum grundarlag og aðalreglu, skal man finna fram til samstarvsformar millum tað almenna og privatar veitarar, t.d. í kontraktformi, soleiðis at eisini tey privatu tilboðini kunnu koma øllum borgarum til góðar og ikki verða avmarkað til teirra, sum hava betri ráð til at gjalda fyri tænastur av serliga góðari dygd.
Tað er nakað av hesum sum einastaðni í Visjón 2015 um Vælferð verður sagt við hesum orðum: “Samhaldsføst ábyrgd skal vera aðalreglan í breiðkaðari vælferðarfígging, við samstarvi millum tað almenna, fyritøkur, arbeiðsmarknað og sjálvbodnar felagsskapir”.