Norðurlendska Journalistfelagið stuðlar Jón Brian

-Norðurlendska Journalistfelagið óttast fyri gongdini í Kringvarpi Føroya, nú tíðindaleiðarin er koyrdur úr starvi og tíðindadeildin er niðurraðfest, sigur felagið. Í fráboðan í dag sigur Norðurlendska Journalistfelagið NJF, at felagið stuðlar Føroysk Miðlafólk í teirra stríði fyri óheftan tíðindajournalistikk í Kringvarpi Føroya.

-NJF og limir okkara í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Norra og Svøríki, sum umboða 60.000 journalistar í Norðurlondum, gevur allan sín stuðul til Føroysk Miðlafólk, í teirra prinsipiella stríði móti niðurraðfestingini av tíðindedeildini í Kringvarpi Føroya, sum eisini er Føroya størsta arbeiðspláss fyri journalistar. Hetta er ein týdningarmikil dystur fyri óheftan journalistikk, sigur NJF millum annað.

Víðari sigur felagið:

-Vit heita á kringvarpisleiðsluna um at samskifta við Føroysk Miðlafólk og onnur avvarðandi fakfeløg við tí fyri eyga at loysa álvarssama málið um tíðindaleiðaran og støðuna í tíðindadeildini hjá Kringvarpinum.