Um vikuskiftið hevur samstarvsnevndin hjá Norðurlendsku feløgunum fyri hoyribrekað NHS (Nordiska Hörselsskadades Samarbetskommitté) evnisdag og aðalfund í Tórshavn. Evnið hesa ferð er ?Hjálpartól til hoyribrekað?.
Hetta er triðja ferðin, at evnisdagurin verður hildin í Føroyum. Fyrstu ferð NHS helt fund her, var í 1992, tá samstarvsnevndin tók stig til at stovna Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum.
Á fundunum vera umboð fyri øll Norðurlond. Fundirnir eru ikki almennir.
Í dag verða fyrilestrar um evnið Hjálpartól, og í morgin verður aðalfundur í felagskapinum, har tikið verður samanum og kunna um støðuna í hvørjum landi sær.
- Sigast má, at evnið er sera hóskandi hjá føroyska felagnum í løtuni, av tí, at málið um brúkaragjald á hoyritól var fyri í løgtinginum í gjár, sigur felagið fyri hoyribrekað.