Norðurlendsk Barnabókavirðisløn fer til norskan høvund

Norski rithøvundurin Stian Hole fær í dag handað barnabókavirðislønina hjá Norðurlendska Skúlabókasavnsfelagnum. Stig Hole fær virðislønina fyri bókina »Garmanns gate«, ið er onnur bókin um Garmann, sum hesuferð gerst vinur við gamla Frímerkjamannin.

Garmann og gamli maðurin eru báðir filosofiskir og hugsanarsamir. Tað melur í høvdinum á Garmanni, men hann kennir nú, at hann í Frímerkjamanninum endiliga hevur møtt einum, hann veruliga kann tosa við.

Garmans gate er myndabók, har høvundurin eisni vísir sín serstaka talgilda myndateknikk. Í

myndaverðini hjá Hole eru persónarnir trýdimensionellir og kropspartarnir, sum hava størstan týdning, verða gjørdir størri, t.d. andlit og armar. Hole loyvir sær eisini at stjala úttrykk bæði úr listaverðini og kendum poppikonum.

Bøkurnar, sum vóru í uppskoti til virðislønina í ár, vóru:

Úr Danmark: Mørkebarnet eftir Cecilie Eken, myndprýdd hevur Malene R. Laugesen

Úr Finnlandi: Emma Gloria og den röda Längtansboken eftir Henrika Andersson

Úr Føroyum: Mánalysi eftir Elin Á. Rógvi (Måneskin)

Úr Íslandi: Spögelsesspor eftir Kristin Helga Gunnarsdóttir

Úr Noregi: Garmanns gate eftir Stian Hole, myndprýdd hevur Stian Hole

Úr Svøríki: Stora musboken eftir Stefan Casta, myndprýdd hevur Staffan Ullström.

Norðurlendska Skúlabókasavnsfelagið (NSF) hevur latið virðislønina síðan 1985. Virðislønin er í ár eitt diplom og eitt listaverk umframt 15.000 danskar krónur.

Virðislønin verður handað á Skúlabókasavnsráðstevnuni í Esbo, Finnlandi í kvøld klokkan 19