Mánadagin 12. november 2007 fær gamal norðurlendskur siður nýtt lív við tiltakinum Skýmingarløtan. Tá savnast fólk í túsundatali at lurta eftir gomlum søgum Í øllum norðurlondunum uppliva vit stuttar heystar- og vetrardagar. Í gomlum døgum, áðrenn vit fingu sjónvarp og teldu í hvørt hús, var vanligur siður at fólk nýttu hesar myrku vetrardagar til at siga hvørjum øðrum søgur.
Mánadagin 12. november 2007 fær hesin gamli siður nýtt lív við tiltakinum Skýmingarløtan. Tá savnast fólk í túsundatali á bókasøvnum, í skúlum og í ymiskum øðrum felagshølum at hoyra søgur. Tiltakið fer fram kl. 19 á umleið 2000 ymiskum plássum í Norðurlondum og Baltalondum, og lisið verður brot úr skaldsøguni Kristin Lavransdatter eftir Sigrid Undset.
Longu um morgunin hendan sama dagin, luttaka skúlabørn úr øllum Norðanlondum í tiltakinum Dimmalætting, og her hoyra tey brot úr søgunum ?Ronja Ránsmannsdóttir? og ?Pippi fer um borð? ? báðar søgurnar eru eftir Astrid Lindgren.
12. november er fyrsti dagurin í Norðurlendsku bókasavnsvikuni ? ein vika sum er á tremur við upplestri, orðaskifti og ymiskum mentanarligum tiltøkum í skúlum, á bókasøvnum og í ymiskum feløgum í Norðurlondum og Baltalondum.
Bókasøvn, skúlar og feløg kunnu boða frá luttøku ? sum er ókeypis ? á heimasíðuni www.bibliotek.org, og øll sum taka lut fáa ókeypis plakatir og postkort. Tað ber eisini til, at taka upplisnu tekstirnar og hugskotsskrá niður frá heimasíðuni, og lesa meira um ársins evni, rithøvundarnar, bøkurnar og upprunan til Norðurlendsku bókasavnsvikuna.