Norðurkorea kallar innbrot á sendstovu fyri yvirgang

Undir einum ráni á norðurkoreansku sendistovuni í Madrid vórðu fleiri starvsfólk álopin, og skjøl vórðu stolin.

 

Tað var talan um »álvarasaman yvirgang«, tá nøkur fólk síðst í februar troðkaðu seg inn á norðurkoreansku sendistovuna í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, og millum annað stjólu teldur og skjøl.

 

Soleiðis sigur talsmaður fyri uttanríkisráðið í Norðurkorea í fyrstu almennu viðmerkingini frá norðurkoreanska stýrinum eftir hendingina.

Tilsamans 10 fólk troðaku seg 22. februar inn á norðurkoreansku sendistovuna í Madrid. Fólkini vóru millum annað frá USA, Mexico og Suðurafrika, hevur spanski hægstirættur fyrr upplýst.

Sambært hægstarætti eru funnin prógv fyi fleiri brotsverkum á sendistovuni.Millum annað ólógligari inntreingjan, hóttanum og stuldri.

Undir ráninum vórðu fleiri starvsfólk harumframt álopin.

Umboð fyri norðurkoreanska uttanríkisráðið eftirlýsa nú víðari kanningum av málinum.

– Vit bíða tolin eftir úrslitinum.

– Ólóglig inntreingjan og hertøka av eini sendistovu eins og stuldur er eitt álvarsligt brot á fullveldi hjá einum stati og beinleiðis brot á altjóða lóg, sigur talsmaðurin sambært norðurkoreansku tíðindastovuni KCNA.

Tað er fyrr lýst, at fólkini, sum brutu seg inn á sendistovuna, tosaðu um seg sjálvi sum »limir av mannarættindarørslu, sum stríðst fyri frælsi hjá Norðurkorea«.

Bólkurin megnaði at sleppa burtur eftir hendinga. Ein dómari í Spania hevur sent út handtøkuboð upp á tvey av teimum mistonktu, sum sambært sponskum myndugleikum eru flýdd til USA.

Spanski hægstirættur hevur upplýst, at amerikanska samveldisløgreglan, FBI, eftir hendingina í Madrid hevur fingið í boðið stolnu skjølini frá sendistovuni.

Tað var eftir øllum at døma leiðain í bólkinum – ein mexikansku ríkisborgari, sum býr í USA – sum setti seg í samband við FBI í kjalarvørrinum av ráninum.

Sambært norðurkoreanska uttanríkisráðnum heldur stýrið strangt eyga við við leysasøgum um, at FBI var blandað upp í hendingina í Madrid.

 

/ritzau/Reuters