Seinasta vikuskiftið vildi amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, vera við, at Norðurkorea hevur eina ella tvær kjarnorkubumbur, og at landið verður ført fyri at gera einar seks ella átta bumbur afturat um fimm mánaðir.
Men tað halda suðurkoreanar ikki. Suðurkoreanski forsætisráðharrin, Kim Suk-soo, segði í gjár, at tað finnast eingi prógv fyri, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn.
- Norðurkorea hevði longu í 1994 nóg mikið av plutonium til at gera eina ella tvær kjarnorkubumbur, men vit hava ikki eitt einasta prógv fyri, at teir nakrantíð hava gjørt nakra bumbu, segði Kim Suk-soo í einari røðu í tjóðartinginum í Seoul. Hann legði afturat, at halda amerikanarar seg hava rætt, eiga teir at leggja prógvini á borðið.
Suðurkoreanska stjórnin hevur mælt Bush-stjórnini til at taka upp samráðingar við Norðurkorea fyri at fáa enda á spentu støðuni.