Stjórnin í Norðurkorea vil vera við, at Suðurkorea hevur sent herskip inn í norðurkoreanskan sjógv vestan fyri Koreanesið. Tann almenna tíðindastovan í Norðurkorea endurgevur eina fráboðan frá herflotanum, sum sigur framferðina hjá grannalandinum vera øsandi, og at hon kann enda við samanbresti.
Norðurkorea hevur ongantíð viðurkent sjómarkið millum londini, sum bleiv ásett aftan á vápnahvíldina í 1953.
Norðurkoreanska stýrið krevur, at markið skal flytast longri suður, og tað hevur elvt til spenning landanna millum. Bæði í 1999 og í 2002 vóru samanbrestir millum herskip úr teimum báðum londunum.









