Norðurkorea hóttir við at ógilda vápnahvíld

Stýrið í Norðurkorea er í øðini um, at Suðurkorea og USA hava eina felags hernaðarvenjing, og stýrið hóttir við at strika ta 60 ára gomlu vápnahvíldaravtaluna við grannan fyri sunnan.

Sambært tíðindastovuni Ap hóttir stýrið í Pyongyang við at seta vápnahvildaravtaluna úr gildi tann 11. mars.

Norðurkoreanskir fjølmiðlar vita eisini at siga, at ein serlig telefonlinja, sum er millum Norðurkorea og USA, verður slitin.

Tekniskt er framvegis krígsstøða millum Norðurkorea og Suðurkorea, og formliga hava londini verið í kríggi øll árini síðani Koreakríggið, ið endaði í 1953. Hinvegin hava londini eina friðaravtalu, og tað er hana, sum Norðurkorea nú hóttir við at seta úr gildi tann 11. mars.