Norðurkorea hóttir við at bumba Seoul

Norðurkorea hóttir nú við at bumba suðurkoreanska høvuðsstaðin Seoul, um Suðurkorea og USA fullføra eina hernaðarvenjing, sum londini ætla at hava hesa vikuna. Almenna norðurkoreanska tíðindastovan skrivar stutt, at suðurkoreanski høvuðsstaðurin verður eitt eldhav, verður hernaðarvenjingin ikki avlýst.

Samstundis krevur Norðurkorea, at Suðurkorea skal gevast við sínum propagandatiltøkum. Eitt nú verður sagt, at suðurkoreanar hava slept fløgum og flogseðlum niður yvir norðurkoreanskt lendi.

Hetta er helst so, tí fyri nøkrum døgum síðani segði ein suðurkoreanskur tingmaður sambært Reuters, at Suðurkorea hevði slept flogseðlum niður yvir Norðurkorea, har fólk fingu tíðindi um mótmælini í Miðeystri og Norðurafrika.