Norðurkorea hevur í dag sent hóttanir móti USA, eftir at forsetin Joe Biden fyri kortum kallaði landið eina »trygdarhóttan«.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
Biden kallaði hósdagin í fyrstu røðu síni til Kongressina kjarnorkuætlanirnar hjá Norðurkorea og Iran fyri eini »álvarsama hóttan ímóti USA og heimsins trygd«.
Hann segði eisini,at hann fór at arbeiða saman við teimum sameindu hjá USA fyri at loysa trupulleikan við fólkaræði og ræðingarmetodum.
Men tey boðini fullu ikki í góða jørð í Norðurkorea.
– Útsøgn hansara benda greitt á ætlan hansara um at halda fram við at handhevja einn fíggindaligan politikk mótvegis DPRK, sigur Kwon Jong Gun, aðalstjóri í deildini fyri amerikanskum málum í norðurkoreanska uttanríkisráðnum, í eini fráboðan sambært AP.
Hann leggur afturat:
– Amerikanski forsetin tekur stórliga feil. Nú grundhugsanini í nýggja politikkinum hjá USA mótvegis DPRK er greiður, verða vit noydd at fara víðari við líknandi átøkum, og sum frálíður fer USA at finna seg sjálvt í eini ógvuliga álvarsamari støðu.
DPRK er styttingin fyri almenna navnið hjá Norðurkorea, Demokratiska Fólkalýveldi Korea.
/ritzau/