Norðurkorea hóttir nú við at ógilda vápnahvíldaravtaluna

Norðurkoreanska stjórnin hóttir nú við at ógilda vápnahvíldaravtaluna, sum gjørdi enda á Koreakrígnum í 1953. Samstundis vissar almenna útvarpið fólk um, at landið fer at vinna eitt kjarnorkukríggj við USA.

Myndugleikarnir í Norðurkorea vilja vera við, at amerikanarar hava brotið ta 40 ára gomlu vápnahvíldravtaluna, tí USA er farið undir at styrkja sínar herdeildir í Suðurkorea. Harafturat vilja norðurkoreanar vera við, at amerikanarar fyrireika handilstiltøk ímóti landinum. 
Hetta seinasta hevur samband við eina grein í blaðnum New York Times mánadagin. Blaðið skrivaði, at amerikanska stjórnin fyrireikar tiltøk, sum millum annað skulu forða øllum vápnaflutningi til og úr Norðurkorea, samstundis sum ætlanin er at forða fyri, at norðurkoreanar, sum búgva í Japan, sleppa at senda pengar til Norðurkorea. 
Amerikanskir embætismenn hava síðani sagt, at USA fer ikki at taka nakað stig mótvegis Norðurkorea nú, men at amerikanska stjórnin roynir at fáa Russland og Kina upp í eina roynd at fáa enda á kreppuni, sum hevur tikið seg upp, síðani tað kom fram, at norðurkoreanar hava tikið sína kjarnorkuverkætlan uppaftur. 
Almenna norðurkoreanska útvarpið hevur seinastu dagarnar eggjað fólki til at standa saman í bardaganum ímóti USA. Í gjár segði útvarpið í Pyongyang, at Norðurkorea fer at vinna eitt kjarnorkukríggj við USA. 
Fleiri amerikanskir politikarar halda, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta leggur ov lítlan dent á at loysa kreppuna við Norðurkorea. Teir halda, at Norðurkorea er ein nógv størri hóttan ímóti USA, enn Irak er. 
Í síðstu viku segði stjórin í CIA, George tenet, at Norðurkorea hevur rakettir, sum kunnu raka stórbýirnar á amerikansku vesturstrondini.