Norðurkorea fyrireikar royndarspreinging

Í Norðurkorea eru myndugleikarnir farnir undir at grava ein tunnil, sum eftir øllum at døma skal brúkast til eina royndarspreinging við einari kjarnorkuløðing. Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap, sum sigur seg hava tíðindini frá suðurkoreonskum embætismanni.

Sambært embætismanninum hava norðurkoreanar grivið minst tveir nýggjar tunlar í landslutinum Punggye-ri, sum er í landnyrðingspartinum av landinum, og tí ivast suðurkoreanar ikki í, at Norðurkorea fyrireikar sína triðju kjarnorkuroyndarspreinging.

Norðurkorea hevur gjørt tvær royndir við kjarnorkuløðingum. Tann fyrra var í oktober í 2006 og tann seinna í mai í 2009.