Norðurkorea fyrireikar rakettroynd

Norðurkorea fer ætlandi at royna eina rakett, sum kann røkka málum í USA Um ein ella tveir mánaðir fer Norðurkorea at royna eina rakett, sum sambært fjølmiðlum í Suðurkorea og Japan kann røkka málum á amerikonsku vesturstrondini.

Vælvitandi keldur halda, at talan er um eina rakett av slagnum Taepodong-2. Hendan rakettin ber 4.300 kilometrar, men kann byggjast út, so hon ber 7.000 kilometrar, siga serfrøðingar við fjølmiðlarnar.

Norðurkorea royndi eina rakett av slagnum

Taepodong-2 í juli í 2006. Men hon datt niður minni enn ein minutt aftan á útskjótingina.