Nøkur umboð fyri ES eru í hesum døgum í Norðurkorea og kunna seg um støðuna í landinum. Málið er at kanna, hvussu stóra hjálp landinum tørvar. Umboðini vitja millum annað sjúkrahús, barnaheim og ymsar aðrar stovnar. Harumframt tosa tey við umboð fyri ymsar myndugleikar. Vanliga sleppa útlendingar ikki at ferðast frítt í Norðurkorea, men Reuters skrivar, at ES-umboðini hava fingið loyvi til at vitja fleiri øki í landinum.
ES-umboðini skulu lata samveldinum eina frágreiðing um, hvørja hjálp Norðurkorea tørvar, og sum skilst er serliga talan um matvøruhjálp.
USA umhugsar í løtuni at senda Norðurkorea mat.










