Aftur í ár verður skipað fyri stórum jólatiltaki í Vágstúni í Klaksvík, tá jóltræði verður tendrað. Tiltakið Norðurjól verður hildið leygardagin 2. desember, og í ár hava fyriskipararnir lagt dent á lokala framleiðslu. Hetta greiðir Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari, frá
–Tað hevur verið torført at velja, tí vit hava avmarkað pláss á økinum. Í fjør vóru fólk úr øllum landinum og sýndu fram og seldu sínar vørur, men í ár hava vit valt at leggja dentin á norðuroyggjar, sigur hon og greiðir frá, at endamálið er at endurskapa eina bygdasliga útgávu av hugnaligu jólamarknaðunum, sum eru í flest øllum stórbýum rundan um okkum.
– Hetta er eitt mótrák til hópfreimleiðsluna í dag vit síggja í dag, og eitt upplagt høvi at royna lokalan mat og keypa lokalar vørur til at leggja undir jólatræið, sigur hon.
Á Facebook síðuni hjá Norðurjól ber til at síggja skránna.










