Norðurevropa fær hita í summar

Sambært teirri stóru amerikonsku veðurtænastuni WSI kunnu fólk í Norðurevropa gleða seg til eitt heitt summar, og hava amerikanararnir rætt, verður tað heitari enn vanligt frá næsta mánað.

Veðurfrøðingurin Todd Crawford hjá WSI sigur, at tey seinastu fýra árini hevur summarið verið heitt í Suður- og Eysturevropa, men at í ár fáa aðrir partar av Evropa eisini heitt summarveður.

-Vit vænta, at summarið verður turrari enn vanligt í Bretsku Oyggjunum og Skandinavia, og at tað verður minni vindur í Týsklandi og Danmark enn vanligt, sigur Todd Crawford.

Metingin hjá WSI umfatar mánaðirnar mai, juni og juli, og stovnurin sigur, at tað verður heitari í Norðurevropa teir tríggjar mánaðirnar enn tey seinastu árini.