Norðuralandsbólkurin verið 10 ár á Borgini

Norðuratlantsbólkurin er farin inn í sítt 10. ár á Fólkatingi. Í tí sambandi gevur bólkurin út hefti um arbeiðið gjøgnum tíðina og um komandi átøk hjá bólkinum.

- Aftan á 10 ár hevur Norðuratlantsbólkurin eydnast uppaftur betur enn eg hevði vónað. Bólkurin hevur gjørt føroyingar og grønlendingar sjónligar á Fólkatingi og hevur vunnið sær virðing millum donsku flokkarnar. Bólkurin hevur útvegað nýggja vitan og rokkið nógvum úrslitum og harvið tikið lívið av nógvum mytum og fordómum um føroyskt sjálvstýrisstríð, sigur Høgni Hoydal, sum hevur verið limur í bólkinum øll árini, undantikið tey árini hann hevur verið landsstýrismaður í Føroyum.

Í dag er bólkurin, umframt Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, mannaður við Juliane Henningsen úr grønlendska flokkinum Inuit Ataqatigiit (IA).

Norðuratlantsbólkurin varð settur á stovn aftan á fólkatingsvalið 20. november í 2001 av Kuupik Kleist úr IA, Lars-Emil Johansen úr Siumut og Høgna Hoydal úr Tjóðveldi. Teir ynsktu ikki at fara upp í donsku systurflokkarnar, sum áður hevði verið vanligt, men vildu skapa eitt nýtt slag av samstarvi millum norðurlendsku fólkatingslimirnar. Endamálið var, at teir skuldu arbeiða saman fyri at fremja norðuratlantsmál á Fólkatingi og gera hesi mál sjónligari sum heild.

Og tí málinum hevur Norðuratlantsbólkurin sambært danska forsætismálaráðharranum Lars Løkke Rasmussen (V) rokkið:

- Norðuratlantsbólkurin hevur megnað at varpað ljós á Føroyar og Grønland gjøgnum arbeiðið á Fólkatingi. Ráðstevnurnar, sum bólkurin hevur skipað fyri, um evnir sum framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, búskap, verjupolitik og hvalaveiðu hava verið við til at skapa viðkomandi kjak og kunnleika um sambondini í ríkisfelagsskapinum, og hesum heilsi eg vælkomnum, sigur Lars Løkke Rasmussen í faldara, sum bólkurin gevur út í hesum sambandi.

Norðuratlantsbólkurin strembar eftir at taka upp mál, ið viðvíkja Føroyum og Grønlandi sum til dømis rættin til sjálvsavgerðarrætt hjá føroyska og grønlendska fólkinum. Hetta arbeiðið førdi til, at danska stjórnin seinni viðurkendi grønlendska og føroyska fólkið sum fólk sambært fólkarættinum, sigur Norðuratlantsbólkurin.

? Sum bólkur hava vit staðið sterkari, tá vit hava samráðst og kjakast við donsku flokkarnar um mál sum til dømis um rættin til sjálvsavgerðarrætt, hvala- og kópaveiðu, CIA í grønlendskum loftrúmi ella um at tryggja stuðul til útsettar grønlendarar í Danmark. Vit hava eisini sett størri átøk í verk sum árliga studentadagin, ráðstevnur um trygd og tilbúgving í Arktis og Norðuratlantshavi og givið út kanningar um grønlendarar og føroyingar í Danmark. Hetta hevði neyvan verið gjørligt, um vit vóru farin uppí hvør sín danska systurflokk, sigur Juliane Henningsen.

Tú kanst lesa meira um Norðuratlantsbólkin í 10-ára heftinum við at TRÝSTA HER