"Jingeling Johnny", soleiðis eitur eitt percussion-ljóðføri, sum bara kann upplivast í Kelduni í annaðkvøld, hóskvøldið klokkan 20. Tað undirstrikar Chris Llewellyn frá norðurírska gospelbólkinum Rend Collective, sum hevur spælt regluliga saman síðani 2010.
Chris Llewellyn greiðir frá, at bólkurin hevur onnur sjáldsom ljóðføri, og hevur ein tónleikastíl, sum fevnir víða. Tey syngja og spæla egnar tekstir, sum allir hava ein kristiligan boðskap. Tónlistarliga røkka tey eisini aftur til írsku røturnar.
Rend Collective eru nógv umbiðin til gospelkonsertir kring heimin, men Chris Llewellyn undirstrikar, at tá tey fingu høvið at koma til Føroya, so bleiv kalendarin ruddaður fyri at tey kundi koma og hava konsert í Kelduni.
Chris Llewellyn heldur, at Føroyar eru so vakrar, at tær eru enntá vakrari enn Írland.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Chris Llewellyn í Kelduni fyrr í kvøld.










