Venjarin hjá norðurírska landsliðnum, Nigel Worthington, sigur við Sky Sports, at hann metir sínar menn hava møguleika at stríða seg víðari til EM-endaspælið, sum næstu ferð verður í Ukraina og Póllandi. – Tað er sera umráðandi, at vit ikki taka ov lætt upp á dystirnar móti Estlandi og Føroyum. Serstakliga Føroyum, sum í Brian Kerr hevur ein sera snildan venjara, sum kennir bretskan fótbólt út og inn. Og tað er heldur einki av hinum liðunum, sum fer at fáa ein lættan dyst í Føroyum, sigur hann.