Norðís Seafood keypti Dragasund og Akranes

Á Norðís Seafood arbeiða tey hvønn dag.
Herfyri keypti virkið meginpartin av veiðini hjá Dragasundi og Akranesi, sum eru fyrrverandi Sardis og Topas.

Skipini høvdu góð 200.000 pund, meginparturin upsi.
- Vit keyptu meginpartin av veiðini. Ein minni partur fór til onnur virki, siga tey á Eiði. Slagið var miðalgóður upsi, mest 3?arar.
Sum skilst, landa Dragasund og Akranes væntandi aftur fríggjadagin, og møguliga endar fiskurin hjá teimum aftur hesaferð á Eiði.
Tað eru virkisleiðarar, sum halda, at upsaprísurin er nakað høgur í mun til útboðið og dygdina á upsanum.
Hetta kemur so fiskimonnum til góðar, nú fiskiskapurin hevur verið so góður.