Norðoyingar skulu fyrireika seg til undirsjóvartunnilin

Borgarstjórin í Klaksvík heitir á vinnuna, mentanarlívið og handilslívið í Norðoyggjum um at fyrireika seg til fasta sambandið, sum kemur um Leirvíksfjørð

- Undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð fer at skapa nýggjar møguleikar í Norðoyggjum, men hann fer eisini at seta stór krøv til handilslívið, vinnuna, mentanarlívið og fólkið annars í Norðoyggjum.

Hetta sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, sum hevur verið og er ein av heitastu fortalarunum fyri einum undirsjóvartunnili millum Eysturoy og Borðoy.

Eftir at sáttmálin um at gera tunnilin um Vestmannasund varð undirskrivaður hósdagin, tykist ein undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð at vera nærri enn nakrantíð.

Landsstýrismaðurin við samferðslumálum hevur mælt til at gera ein undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð, og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur sett fasta sambandið um Leirvíksfjørð á 10 ára longu verklagsætlanina, sum hann ger í løtuni. Ætlandi verða pengar eisini settir av til forkanningar næsta ár.

Í samgonguskjalinum stendur eisini niðurfelt, at kanningar av undirsjóvartunnlinum um Leirvíksfjørð skulu halda fram, og andin í tí orðingini er, at miðjast skal fram ímóti føstum sambandi.


Mugu kappast á jøvnum føti

Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð skal byrja so skjótt sum tað er liðugt at bora um Vestmannasund, og at hetta arbeiðið helst skal fara í gongd seint í 2003 ella tíðliga í 2004.

- Samfelagið er útbygt soleiðis, at vit mugu fáa fast samband við meginøkið, so vit kunnu kappast á jøvnum føti, sigur Jógvan við Keldu.

- Um vit ikki fáa ein undirsjóvartunnil, so kemur tað at kosta í seinasta enda, tí tað sjóvegis samband, sum í løtuni er millum Klaksvík og Leirvík, fer at forða fyri framburðinum í Norðoyggjum, sigur hann.

Borgarstjórin í Klaksvík sær fyri eitt økt samstarv millum Klaksvík, Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð, eftir at fasta sambandið er komið.

- Hetta er eitt sterkt og sunt øki, sum hevur nógvan útflutning, og við einum undirsjóvartunnli eru stórir møguleikar fyri at menna hetta øki og tryggja framburðin, sigur Jógvan við Keldu.


Ungdómurin støðast

Um ein undirsjóvartunnil verður gjørdur millum Klaksvík og Leirvík, fara tað at búgva 14.000 fólk innanfyri eitt øki, har tað eru 35 minuttir at koyra frá øðrum endanum til hin, og tað fer at skapa øktar møguleikar hjá handislívinum og mentanini í økinum.

- Tað er umráðandi at fólkið í Norðoyggjum fyrireikar seg til undirsjóvartunnilin, so vit vera til reiðar at taka kappingina upp við meginøkið. Og vit skulu eisini hava politikarar, sum tora at taka avgerðir og at skapa nakað, sigur Jógvan við Keldu.

Gongdini fólkatalinum seinastu fimm árini vísir, at meginøkið veksur skjótari enn Norðoyggjar og Vágar, og býráðsformaðurin heldur, at tann gongdin fer bara at halda fram og gera týðuligari, um eingin undirsjóvartunnil kemur.

- Ungdómurin í Klaksvík vil gjarna búgva her, um hann hevur møguleikar fyri at arbeiða og virka her, og við einum undirsjóvartunnli kunnu vit skapa grundarlag fyri framhaldið trivnaði og framburði í okkara øki, sigur hann.

Tað tekur væntandi trý ár at gera undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð.