Norðoyingar fingið eldratelefon

Ein eldrabólkur í Klaksvík hevur tikið stig til at stovna eina eldratelefon fyri íbúgvarnar í Norðoyggjum. Klaksvíkar Býrað fíggjar nýggja tiltakið

Eldratelefonin í Klaksvík hevur verið opin tveir mánadagar, síðan hon varð stovnað. Tó hevur hon ikki verið nógv brúkt. Tað er nevniliga eingin, ið enn hevur ringt inn til eldratelefonina, ið er opin tveir tímar hvønn mánadag.

Men tey fýra, ið starvast hjá eldratelefonini eru vís í, at brúk er fyri eini eldratelefon, eins og tað er brúk fyri barnatelefonini hjá Barnabata. Tey halda orsøkina til, at eingin enn hevur ringt til teirra vera, at fólk ikki vita um eldratelefonina.


Varandi tiltak

Tað var ein eldrabólkur í Klaksvík, ið tók stig til at seta á stovn eldratelefonina. Tey hildu, at í sambandi við eldraárið áttu tey at taka stig til eitthvørt tiltak til gagns fyri tey eldru í kommununi. Eisini hildu tey, at talan skuldi vera um eitt tiltak, ið ikki bert fevnir um eldraárið, men sum er varandi. Tískil hildu tey tað vera eitt gott hugskot at seta á stovn eina eldratelefon.

Fígging skal til eitt slíkt tiltak, ið tí heitti eldrabólkurin á Klaksvíkar Býráð um at fíggja tiltakið. Hetta játtaði Klaksvíkar Býráð, og tískil kundi eldratelefonin lata upp fyri tveimum vikum síðan.


Fólk við førleika

Tey eru fýra, ið svara eldratelefonini í Norðoyggjum, og øll fýra hava tey hollan kunnleika at kunna ráðgeva eldri fólki. Talan er um tveir sosialráðgevarar og tvey starvsfólk á Norðoya Ellis- og Røktarheimi. Tonja Ziskason er sosialráðgevi hjá Klaksvíkar Kommunu, Berit Joensen er sosialráðgevi hjá Almannastovuni í Norðoyggjum, Egil Poulsen starvast á Norðoya Ellis- og Vistarheimi og Eydna Dragaberg er leiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi. Allar hesar starvast nú eisini hjá eldratelefonini, og eru tær til reiðar at geva teimum eldru fólkunum í Norðoyggjum so holla ráðgeving, sum tær eru førar fyri.

Tær fýra siga, at øll eldri fólk eru vælkomin at ringja til eldratelefonina um alt. Eingin verður avvístur og tær geva sær góðar stundir at lurta.

Eldratelefonin er fyribils opin mánadagar frá klokkan 16 til átjan. Telefonnummarið er 211999, og er 1999 valt orsakað av, at 1999 er altjóða eldraár.