Klaksvík:
- Tað er eitt stórt framstig, at tað er samtykt at fara í gongd við Norðoya tunnilin, heldur Torleif, men hann spyr hvat hendir, tá tunnilin er komin ígjøgnum.
- Tað er onki at ivast í, at ferðslan í Klaksvík kemur at verða økt munandi, og so er spurningurin, um vegakervið hjá okkum heldur til tað, sigur Torleif, sum eisini vísir á, at tað búgva umleið 6.000 fólk í Norðoyggjum. Har av búgva 1.200 uttan fyri Klaksvík.
Vegakervið ikki nøktandi
Torleif sigur, at vegakervið við tunlarnar norðyvir á Borðoynni er ikki nøktandi, sum er, tað megnar ikki ta tungu ferðsluna og so kann ein bert spyrja hvussu verður, tá undirsjóvartunnilin við allari sínari øktari ferðslu er komin.
- Man kann ímynda sær, at rættiligt ferðslu kaos verður í tunlunum norðanfyri.
Hann sigur, at spurningin, um verandi tunlar skulu umvælast ella nýggir skulu gerast, má sakkunnleikin viðgera.
Havnin undir Grótrætt
Torleif vísir á, at fyrireikingar til komandi undirsjóvartunnilin eru í gongd.
Norðuri á Grótrætt er ein ídnaðar- góðs og fríhavn, sum hevur ein keikant,ið er sera djúpur, í gerð.
Torleif sigur, at summi vænta, tá tunnilin er komin, at tað fer at verða einvegis ferðsla út úr Klaksvík, men tað væntar hann ikki.
- Ætlanin við havnini á Grótrætt er, at fáa virksemið á meginøkinum norður henda vegin til okkum í Norðoya økinum.
- Havnin norðuri á Grótrætt verður væntandi liðug á heysti 2004, sigur Torleif Sigurðsson.
Tunga ferðslan
Torleif sigur, at landsverkfrøðingurin hevur teknað ein veg, sum skal verða oman fyri Geilina í Klaksvík og norður í frákoyringina til Ánavegin.
- Hesin vegur hevði verið avbera góður til ta nógvu, tungu ferðsluna, sum arbeiðið í Grótrætt førir við sær. Og alt annað norðanfyri eisini.
- Tað er umráðandi at royna at leiða ta tungu ferðsluna út um tað bygda økið, sigur Torleif Sigurðsson, sum heldur at, tann ætlaði Ringvegurin oman fyri býin er ein landsuppgáva.
At enda sigur Torleif, at man kann tosa um kommunusamanlegging ella ei, men ikki kemst rundan um, at norðoyingar, tað vil siga, fólk í Klaksvík og norðanfyri, arbeiða hvør hjá øðrum, og tí er tað sera umráðandi, Norðoya økið er væl skipað.










