Vit liva í eini tíð við søguligum stórhendingum innan infrastrukturin í føroyum, kanska serliga hvat samferðsluni viðvíkur.
Ferjusambond, sum hava verið alt tað fólk kunu minnast og langt áðrenn tað, verða frá degi til annan niðurløgd og ferðslan gongur ístaðin gjøgnum undirsjóvartunlar, fyrst fingu vit Vágatunnuiln og nú Norðoyatunnilin.
Í dag ber til eftir lítlari løtu at koyra frá Gásadali til Viðareiðis, hetta sum fyrr tók fleiri dagar við at ganga upp um fjøll og nýta tey rutusambond, sum tá vóru.
At landið soleiðis verður samanbundið hevur ómetaliga stóran samfelagsligan týdning og hevur sera stórar broytingar við sær, ið seta krøv til okkum øll, sum ferðast í ferðsluni, og til teirra sum lóggeva og hava ábyrgd veganetinum, serliga hvat trygdini viðvíkur.
Tað er at fegnast um, at myndugleikarnir eru farnir at raðfesta ferðslutrygdina høgt. Í løtuni liggur eitt uppskot í løgtinginum um at seta Nullhugsjónina í ferðslulógina, og Ráðið fyri Ferðslutrygd arbeiðir við eini landsviskisætlan fyri ferðslutrygdina í Føroyum.
Eitt sum broytist nógv, tá ein tunnil kemur ístaðin fyri eina ferju, er, at tá nýtist ongum at skunda sær fyri at náa ferjuna, og harvið er ikki neyðugt at koyra við so nógvari ferð.
Nógva fiskivinnuvirksemið í Klaksvík hevur sjálvandi nógva tung ferðsla við sær, og
motorsúkklurnar eru eisini vorðnar fleiri í tali á vegunum. Men alt hetta nýtist ikki at verða til ampa fyri ferðslutrygdina, um vit sum ferðast á vegunum vísa ábyrgd í ferðsluini, soleiðis at vit saman kunnu gleðast um stóru framstigini innan almenna vegakervi.
Øll nútímans akfør hava so nógvar innbygdar trygdarskipanir, bæði persón- og lastbilar, bussar og motorsúkklur, at tað er upp til hvønn einstakan, ið koyrir hesi akfør at vísa ábyrgd í ferðsluni.
m.g.