Norðmenn rannsaka Norðborg

Skiparin á Norðborg sigur seg ikki hava brotið veiðireglurnar, men tað heldur norska fiskiveiðieftirlitið, at hann hevur gjørt Norska sjóverjan kom í dag til Bodø við sildaskipinum Norðborg, sum sambært sjóverjuni hevur roynt á einari stongdari leið á Tromsøgrunninum.

Skiparin á Norðborg hevur verið til avhoyringar í dag, og hann noktar seg sekan, skrivar Fiskaren.

Norska fiskiveiðieftirlitið rannsakar nú Norðborg.

-Skiparin noktar seg sekan. Vit rannsaka skipið, tí vit vænta at finna prógv fyri, at hann er sekur, sigur ein talsmaður hjá fiskiveiðieftirlitinum við Fiskaren.

Trý íslendsk skip vórðu tikin saman við Norðborg. Skipararnir á teimum hava játtað seg sekar og hava tikið við sektaruppsktoinum.

Hetta er aðru ferð í oktober, at Norðborg er tikin í norskum sjógvi. Fyrru ferð bleiv skipið tikið fyri at hava koyrt sild í havið.