Norskir hvalabátar hava higartil skotið 19 stórhvalir. Bátarnir hava fingið eina væl betri byrjan, enn somu tíð í fjør, sigur Per Rolandsen frá Norges Råfisklag við blaðið Kyst og Fjord.
Somu tíð í fjør høvdu norsku hvalabátarnir bara skotið 6 stórhvalir. Byrjanin hevur stóran týdning fyri veiðumennirnar, tí er áhugin, og harvið prísurin størstur.
Mong uttanfyri Noreg, og eisini djóraverndarfelagsskapir í Noregi ynska, at norska stórhvalaveiðan fer í søguna, men enn verður hildið fast við at skjóta eina minni nøgd av stórhvali.