Norðmenn hava áhuga í CSC


DR og norska TV2 vita at siga, at tvær altjóða fyritøkur í Noregi eru áhugaðar í at seta pengar í súkkluliðið FSF, har Bjarne Riis er høvuðsmaður. Umboðsmaðurin Rune Hauge samráðist vegna tær báðar fyritøkurnar, sum framvegis eru ónevndar, og sambært DR og TV skal Hauge hava verið á fundi við Bjarne Riis í Bordeaux nú um dagarnar. Bjarne Riis váttar, at áhugi er fyri at seta pengar í hansara súkklulið, sum er við í Tour de France í hesum døgum, men at hann vil einki ítøkiligt siga um hetta.