Norðmaður hevði spreingievni við hús

Løgreglan í Vestfold í Noregi hevur tikið ein 27 ára gamlan mann og skuldsett hann fyri ólógliga at hava havt spreingievni um hendi. Løgreglan hevur eisini lagt hald á vápn heima hjá manninum.

Norska TV2 veit at siga, at maðurin hevur tikið lut í orðaskifti ímóti muslimum. Tað er kortini greitt, at tann tikni er ikki limur í nøkrum høgravendum felagsskapi.

Tann 27 ára gamli maðurin er varðhaldsfongslaður í 14 dagar, og rætturin hevur gjørt av, at hann skal sita avbyrgdur í varðhaldinum. Hann kann ikki hava bræva- ella annað samband við vinir, skyldfólk ella fjølmiðlar.

Handtøkan í Larvik hevur fingið nógvar norðmenn at minnast tilburðirnar tann 22. juli, men løgreglan í Vestfold sigur, at tað er einki, sum bendir á, at tann tikni hevur havt nakað samband við Anders Behring Breivik.